Í døgunum 24. juli til 9. august fáa vit í Føroyum vitjan av Graciu Burnham úr Kansas í USA, sum kemur at greiða frá hendingunum, ið henni vóru fyri, tá hon og maðurin Martin Burnham, ið virkaðu sum trúboðarar og vígdu lív sítt at hjálpa fátækum, vóru gíslar árini 2001 og 2002. Martin var flogskipari hjá trúboðanarfelagsskapinum New Tribes Mission á Filipsoyggjunum.
Á vári 2001 vóru Martin og Gracia har suðuri í landinum, á oynni Palawan, hetta var í arbeiðsørindum í sambandi við hansara tænastu sum flogskipari. Tá hetta fall saman við einum merkisdegi hjá teimum báðum, gjørdu tey av at taka sær nakrar dagar frí frá trúboðanarverki teirra til tess at hátíðarhalda 18 ára brúdleypsdagin. Hesir frídagar á einum feriustaði har, vendust til eina óhugnaliga gíslatøku. Tey bæði vórðu tikin gíslar, og vóru hildin sum fangar av einum yvirgangsbólki í meira enn eitt ár. Í eini roynd at fría tey, varð Martin Burnham dripin.
Nógv í Føroyum fylgdu við í hesum óhugnaliga drama og bóðu fyri teimum. Hjúnini áttu 3 børn. Børnini vórðu eftir hjá skildfólki í Manila, tá hendingin fór fram og vórðu tey stutt eftir, at foreldrini vórðu tikin gíslar, flutt til Sameindu Statirnar, har tey vórðu hjá ommu og abba teirra alla ta tíðina, sorgarleikurin fór fram. Fleiri føroyskar familjur vóru á Filipsoyggjunum um hetta mundi, tá hendingarnar fóru fram.
Føroyavitjanin kom í lag í Manila á nýggjárinum í 2004, har Gracia Burnham varð boðin at koma til Føroya. Tað eru Jógvan Zachariassen og Ólavur Jøkladal (NTM), sum samskipa ferðina, og aftanfyri stendur føroyska nevndin fyri New Tribes Mission. Ragnar Niclasen verður í Føroyum meðan vitjanin er, og hann verður millum annað at hoyra í Ebenezer ólavsøkumorgun.
Í sambandi við vitjanina verða ymisk tiltøk runt um í landinum. Høvuðstiltakið, ið vendir sær til øll, verður í Ítróttarhøllini á Eiði týsdagin hin 1. august. Hetta verður eitt kvøld, har skipað verður fyri tónleikaframførslum. Her verður eitt serligt høvi hjá fólki at kunna seg um trúboðan. NTM fer at sýna tilfar um virksemi hjá felagsskapinum, og Logos bókahandilin kemur at hava eit úrvæl av bókum, har ímillum bøkurnar, Gracia Burnham hevur skrivað: In the Presence of My Enemies og To Fly Again. Gracia verður eisini at hoyra í Betesda í Klaksvík, hetta tiltakið fer serliga at venda sær til ungdómin, tó rokna fyrireikararnir við, at øll fara at kenna seg vælkomin til hetta tiltakið eisini. Eitt møti verður í Lívdini í Hoyvík, og í sambandi við eitt kvinnutiltak verður ein dagur fyri kvinnur í Ebenezer í Havnini. Í suðuroynni verður eitt møti, ið kemur at fevna um alla oynna, og verður hon eisini á tveimum av barnalegunum í Zarepta. Meðan Gracia Burnham er í Føroyum, fáa fólk, ið hava eitthvørt tilknýti til NTM, høvi at møta henni, hetta verður meiri at kalla ntm-familjan. Tað eru fólk, ið hava verið úti á trúboðanarmarkini ella í venjing hjá felagsskapinum. Umframt hetta verður skipað fyri tíðindafundi, har høvi verður hjá tíðindafólki at seta spurningar til Graciu Burnham.
Gracia býr í dag saman við børnum sínum í USA. Hon hevur ferðast nógv runt í heiminum og sagt frá um tær hendingarnar, hon hevur verið úti fyri, og hvussu tær hava broytt hennara lív. Eftir hesar hendingar hevur Gracia givið út tvær bøkur: Í Nærveru Fíggindans (In the Presence of My Enemies), og Aftur á Flog, (To Fly Again). Tíðindasending hjá sjónvarpsrásini NBC, Dateline, segði herfyri frá søguni um trúboðarahjúnini hjá NTM, Martin og Gracia Burnham.