Gracia Burnham í Føroyum

Fyrrverandi trúboarin Gracia Burnham er í Føroyum á vitjan. Gracia er vorðin kend sum rithøvundur og talari. Hon og maðurin, Martin Burnham, vóru trúboðarar í Filipinunum frá 1986 til 2002. Síðsta árið tey vóru í Filipinunum vóru tey hildin gíslar av Abu-Sayaf

Gracia Burnhams er fyrrverandi trúboðari fyri New Tribes Mission í Filipinunum.
Síðsta árið í Filipinunum vóru hon og maðurin, Martin Burnham, hildin gíslar hjá yvirgangsbólkinum Abu-Sayaf.
Hon hevur skrivað tvær bøkur um hennara upplivingar sum gísli hjá yvirgangsbólkinum Abu-Sayaf. Eisini ferðast hon runt heimin og talar um hennara upplivingar.
Maðurin doyði
Filipinski herurin var mangan í samanstoytir við Abu-Sayaf. Tann eina skotbardagan var Gracia Burnham og Martin Burnham rakt av skotunum hjá herinum. Yvirgangsmenninir rýmdu og Gracia var bjargað, men maðurin var raktur í bringuna, og hann doyði av løstunum
Eftir óhugnaligu upplivingina hevur Gracia ferðast runt heimin í 4 ár og greitt frá sínum upplivingum.
- Gud hevur broytt mítt hjarta. Tá ið eg kom heim, kundi eg velja at vera bittur um at maður mín doyði ella glað um at vera bjargað. Gud hevur givið mær styrki til at vent hetta til tað góða. Eg vóni bara, at eg kann vera við til at hjálpa fólkum, sum hava tað ringt, segði Gracia Burnham millum annað á tíðindafundi í Miðlahúsinum í dag.
- Gracia er komin her fyri at geva føroyingum nakað, men hon eisini komin, so at Føroyar kunnu geva henni nakað, segði Ólavur Jøkladal, fyrrverandi trúboðari í Filipinunum.
Gracia Burnham fer at tala í Ebenezer sunnudagin. Týsdagin verður høvuðstiltakið, tá ið hon fer at tala í ítróttahøllini á Eiði. Annars fer hon eisini at halda frí og slappa av í Føroyum.
Meira um Gracia Burnham í Sosialinum mánadagin.