Bólkurin hevur síðani 2007 sett saman sínar ymisku musikalsku royndir og upplivingar, sum eru sera skiftandi – líka frá elektro, pop-rock til metal, og tað er í hesum sambandi, at Grace of Decay hevur funnið síni serstøku ljóð.
Tað musikalska útrykkið er umfatandi og kensluríkt, og er sett saman av fangandi tónum við eini stórari nøgd av elektroniskum pørtum við brotum av tungum og groovyrytmum.
Tá ið saman um kemur er Grace of Decay ein bólkur, ið er eyðkendur fyri hópum av íkastum og hugskotum, og á fløguni Believe the Hype, er alt frá upptøku, ljóðblandi og framleiðslu gjørt av bólkinum sjálvum.
Fløgan Believe the Hype og fyrsta singlan The Dead Side kann keypast á www.tutl.com og Itunes.