Gróvu tunnil inn í bankan

Ókendir brotsmenn hava tikið pengar og møguliga okkurt annað úr einari deild hjá Berlin Volksbank í býnum Steglitz, sum er nærhendis Berlin. Løgreglan sigur, at tjóvarnir høvdu grivið ein 30 metrar langan tunnil frá einum parkeringskjallara inn í rúmið, har trygdarboksirnar hjá bankanum vóru.

Tað vóru fólk í grannalagnum, sum varnaðust, at okkurt óvanligt var á vási í morgun, tá tey sóu royk koma upp úr parkeringskjallaranum. Tey sendu boð eftir sløkkiliðnum, sum kom fram á tunnilin.

Løgreglan heldur, at tjóvarnir settu eld á í tunlinum fyri at beina fyri øllum sporum.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at brotsmenn hava grivið ein tunnil inn í ein banka har á leiðini. Í 1995 gróvu nakrir tjóvar ein tunnil inn í ein banka í Zehlendorf, har teir tóku 16 gíslar. Gíslatøkan fekk kortini ein friðarligan enda.