Gróvu lík uppaftur

Fleiri fyrrverandi heryvirmenn í Kili viðganga nú, at teir góvu boð um at grava fleiri lík uppaftur og at fjala tey. Talan var um politisk andstøðufólk, sum hernaðarstýrið hjá Augusto Pinochet beindi fyri.

Meiri enn 3.500 fólk hvurvu undir hernaðarstýrinum, sum hevði valdið í Kili frá 1973 til 1990. Andstøðufólk hava leingi havt illgruna um, at hernaðarstýrið royndi at fjala øll prógv um politisk morð, stutt áðrenn tað legði frá sær. Fyrr hevur stjórnarherurin viðgingið, at umleið 2.000 lík vórðu søkt í Kyrrahavið, og nú viðganga átta fyrrverandi herovastar illgerðina.

Millum teir átta eru fleiri av teimum fremstu leiðarunum í gamla hernaðarstýrinum, teirrr millum Cesar Benavides, sum var innanríkisráðharri, Carlos Forestier, sum var næstovasti í herinum og Herman Brady, sum var verjumálaráðharri. Næstan 200 fyrrverandi kilskir heryvirmenn eru skuldsettir fyri morð og annan ágang undir hernaðarstýrinum, og 14 teirra eru dømdir. Tann 87 ára gamli Pinochet varð eisini ákærdur, men ákæran varð tikin aftur, eftir at landsins hægstirættur kom til ta niðurstøðu, at hann er ov gamal og sjúkur til rættarsókn.