Eini 1.000 trø og runnar verða gróðursett í fríøkinum við Myllutjørn og Dalin Langa, og 1.000 trø verða gróðursett í fríøkjum á Argjum og á Signabø.
Samlaði kostnaðurin fyri plantukeyp og gróðurseting liggur um hálva millión. Býráðið skal viðgera málið hóskvøldið. Málið er longu góðkent í nevndunum, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
Ásannað verður at viðarvøkstir, trø og runnar skapa lívd, og gera fjølbroytni í umhvørvinum. Flottar summar- og vetrarmyndir, við vøkrum, vár- og heystarlitum, ið mynda gongdina í árinum. Frítíðar- og fríluftslívsumstøðurnar betrast til spákingartúrar, rørsluítriv og íðkan.
Harumframt eisini møguleikar hjá fuglum at líva sær og reiðrast og fjølbroytni og margfeldni í floru og faunu. Í okkara grannalondum verður eisini ásannað, at viðarvøkstir gera mun at binda CO₂, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
##med2##