Grætur Merkið flaggdagin?

Mangar staðir grætur Merkið -hvønn einasta flaggdag

Aftur í ár, skal ein stórur partur av føroyingum flaggdagin "standa model" til eina niðurgerðing.

Merkið er merkið alra føroyinga. Mangar staðir standa fólk ár eftir ár spyrjandi. Hvussu ber tað til, at tey, ið fyri ein stóran part bera fram flaggdagsrøðu eru tjóðveldisfólk ella loysingarfólk? Hava vit eina flaggdags mafiu, ið velur loysingarfólk, fyri ein stóran part, at halda røður flaggdagin?

Ikki er heldur sørt, at flaggdagurin eisini verður nýttur av somu loysingarfólkum at senda pílar eftir sambandsfólkum. Undirtónin er tann, at loysingarfólk eiga Merkið. Tað skal undra, um hendan grova manipulatión ið er farin fram flaggdagin, ikki eisini verður at hoyra fleiri staðir í ár. Tey sjálvútnevndu "reinu", fara enn einaferð at royna at stjala Merkið, við at prísa egnum dygdum, m.a við at traðka á aðrar landsmenn.

Nakrir sokallaðir "stikkpillarar" verða helst sendir sambandsfólkum aftur í ár.

Um bert ein lítil javnvág skal fáast i flaggdagshaldini, so er neyðugt, at sambandsfólk komandi 50 árini halda hvørja einastu flagsdagsrøðu her á landi.

Flaggið er Merkið hjá øllum føroyingum. Ein kann ikki finna seg í, at mítt Merkið verður stolið av loysingarfólkum.

Antin SKAL skeiva siðvenjan broytast - ella mugu vit Sambandsfólk skipa fyri Flaggdagshaldi - fyri allar føroyingar.

Eg hvørki tími ella vil longur finna meg í loysingarsvassi sjálvan flaggdagin.

Vit mugu koma á eitt hægri støði. Tað hava nevniliga bæði føroyingar og Merkið uppiborið.

MERKIÐ MÁ IKKI GRÁTA LONGUR.