Grátt veður um vikuskiftið

Gráa veðrið seinastu dagarnar heldur fram yvir vikuskiftið og byrjanina av næstu viku. Tað vísa seinastu veðurforsagnirnar hjá donsku veðurstovuni DMI.

Leygardag:
Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi og norðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skíggjað og í støðum æl. Hitin alt døgnið millum 8 og 12 stig.

Sunnudag:
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri og landnyrðingi, 8 til 13 metrar um sekundið. Mest skíggjað og møguliga nøkur æl. Hitin um dagin millum 7 og 10 stig, um náttina millum 5 og 8 stig.

Mánadag:
Andøvsgul upp í ein strúk av norðri, 8 til 13 metrar um sekundið. Skiftandi skýloft og í løtum æl. Hitin millum 4 og 8 stig.