Grótlaðarin í Hvalba áttati

Sunnudagin fyllir Gudmund Bjarnason Gudmundarson í Hvalba, 80 ár.

Hann er sostatt føddur í 1927 og er sonur Onnu Bjarnason og Jacob Meinhard Poulsen á Skallanum í Hvalba, og hann er elstur av seks systkum.


Í 1951 giftust hann við Petrinu, fødd Johansen, úr Havn og tey búsettust á Skallanum, har tey høvdu bygt. Gudmund og Petrina eiga fimm børn: Herluf, sum doyði longu í 1974, Gudny, Gisla, Øss og Trúgva.


Longu 14 ára gamalur fór Gudmund at arbeiða í kolinum, líka til hann fór at rógva út í Íslandi og arbeiddi á flakavirki í Vestmannaoyggjunum. Í 1960 bygdi Gudmund bátin “Skallabrøðir”, saman við bróðrinum, Pól. Báturin varð seldur aftur í 1965.


Í 1966 flutti Gudmund og húski til Havnar, og eftir tað arbeiddi hann í Íslandi í fimm ár og síðani hjá E. Phil & Søn.


Í 1976 fór hann at arbeiða sum sjálvstøðugur grótlaðari og har standa nógvir varðar eftir hann, tí hann hevur laðað rundanum bæði Lágargarð, SMS, Tryggingina, Dimmalætting og Føroya Banka á Skála, fyri at nevna nøkur av hansara avrikum. Hann hevur eisini laðað Yviri við Strond.

Hann gavst í 1998 og í 2001 flutti hann og Petrina aftur til Hvalbiar at búgva.


Góði pappa: Hjartaliga tillukku á áttati ára degnum. Dagurin verður hildin saman við familjuni.


Børnini