Grótkastið í Porkeri gjørt aftur og avhendað

Fyri einum góðum ári síðani gjørdi ódnaðarveður og serliga nógva brimið stórar skaðar kring landið, millum annað í Porkeri, har grótkastið fór sera illa.

Porkeris kommuna gjørdi í fjør av at gera grótkastið aftur og varð avtala gjørd við J & K Petersen um at gera grótkastið aftur. Hetta arbeiðið var liðugt í farnu viku og varð afturgjørda grótkastið handað Porkeris kommunu í gjár, veit sudurras.fo at siga frá.

Ása Olsen, borgarstjóri, upplýsir at tað hevur kostað umleið 1 mió kr. at gera grótkastíð aftur.

Porkeris kommuna fekk í 2020 umleið 10,7 kr í inntøku frá persónsskatti.

Myndir: Suðurrás/Bárur G. Nielsen

##med2##