Minnilutin í Tórshavnar býráð, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, vilja hava málið viðvíkjandi grótútfyllan á Sundi fyri á næsta býráðsfundi.
Tað siga tey í skrivi, ið er sent til miðlar í dag.
Minnilutin mælir til, at grótið í staðin verður brúkt til innkomuvegin til Havnar, sum tey siga er ein avtala millum Samferðslumálaráðið, Tunnilsfelagið og býráðið og sum ein samtyk er gjørd um.
Tey mæla til, at útbyggingin á Suni skal steðgast beinavegin og at finnast skal ein heildarloysn fyri økinum.