Grótið úr Norra er bíligari enn úr Porkeri

Henrik Old stúrir fyri, at mann vil niðurleggja virksemið í grótbrotinum í Porkeri. Stjórin í Landsverk sigur, at tað passar ikki

Onkur vil hava, at virksemið í grótbrotinum í Porkeri skal halda uppat.

Tað er mistankin hjá Henrik Old, løgtingsmanni fyri Javnaðarflokkin.

Fyri góðum trimum vikum síðani setti Henrik Old fyrispurning til landsstýrismannin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, har hann spyr um avmarking av virkseminum í grótbrotinum í Porkeri.

Jørgen Niclasen svaraði tá aftur, at eingin slík ætlan er komin á hansara borð, og at hann ikki visti nakað um hetta.

– Tað løgna er, at tveir dagar seinni, byrjaði mann at taka anleggið niður, sum stendur á kaiini í Porkeri, sum verður brúkt til grótflutning úr Suðuroynni. Mann fer ikki at taka tað niður, um mann ætlar at halda fram við virkseminum, sigur Henrik Old.

Les eisini: Hetta er ein merkilig avgerð

Grótframleiðslan heldur fram

Men ætlanin er ikki at niðurleggja virksemið í grótbrotinum í Porkeri. Tað ger Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki, greitt. Tó so verður grótframleiðslan til asfalt niðurløgd.

– Grótframleiðslan heldur fram, men grótið skal í framtíðini ikki brúkast til asfaltframleiðslu longur, sigur hann.

Orsøkin til tað er, at mann vil gera framleiðsluna meira effektiva við eitt nú at innflyta grót úr Norra.

– Tað er dýrari at brúka føroyskt grót til asfaltframleiðslu. Tí hava vit valt at hyggja at øðrum møguleikum sum støðan er nú har vit kunnu fáa sama grót bíligari úr Norra. Burtursæð frá hesum verður eingin broyting, og vanliga grótframleiðslan í Porkeri heldur fram, sigur Sigurd Lamhauge.

Broytingin kemur at ávirka virksemið í Porkeri nakað.

– Helvtin av tí grótinum, sum mann framleiðir í Suðuroynni, er til asfaltframleiðslu. Tann mongdin fer at minka, kanska niður í eina helvt, sigur Sigurd Lamhauge. 

– Tað er ongin ætlan at niðurleggja grótbroti í Porkeri, sigur hann.

– Hetta hevur spøkt leingi

Henrik Old heldur skilir ikki hesa avgerðina frá Landsverki.

– Tað virkar ógvuliga specielt, at tað skal vera betri at innflyta grót úr Norra heldur enn úr Porkeri til at asfaltera við, sigur hann.

Tingmaðurin vísir á, at fyri fáum árum síðan bleiv ein nýggjur knúsari keyptur til grótbrotið í Porkeri við tí endamáli, at allur skervur skuldi knúsast í grótbrotinum í Porkeri, og tí skurrar nýggja ætlanin í hansara oyrum.

##med2##

– Tá man okkurt ár er farin upp um 200.000 tons av innfluttum tilfari, kundi tað hugsast at verið skilabetri at útvegað hesi mongu tons úr Føroyum heldur enn úr Noreg, sigur hann í nýggjum fyrispurningi til landsstýrismannin.

Hann stúrir fyri, at onkrar ætlanir eru fyri grótbrotið í Porkeri, sum mann ikki vil snakka hart um.

– Eg rokni við, at grundin til hetta er, at mann vil hava eina privata fyritøku at yvirtaka grótbrotið. Tað haldi eg ikki, nakar ivi er um, og hendan ætlanin hevur spøkt øgiliga leingi. Mann vil prógva, at tað ikki ber til at skipa hetta øðrvísi, sigur Henrik Old.