Mannbjørn Tausen
Í Vági, tann 14. sept 2004
????????
Leygarkvøldið bórust tey stórtíðindi í Vági, at sjálvur løgmaður saman við tveimum fylgisveinum
var komin til bíggjar. Postivt hugsandi, so mátti orsøkin vera Polarfost, sjálvandi. Men gakk. Fylgi-sveinarnir vóru mentamálaráðharrin og heilsu- og almannaráharrin og ikki vinnumálaráharrin.
Hvørji vóru so ørindini? Jú, tey vóru - stutt og greitt: At bróta niður! At hugsa sær: fyri bert tveimum vikum síðani var skjøtil aftur settur á tosið um Polarfrost - at nú, ja (aftur) nú skuldi okkurt henda. Men tað fyrsta, ið hendir, er, at okkurt annað skal saboterast. Miðnámsskúlin skal flytast úr Vági. Hvagar?? Til Hovs? Trongisvágs? Eg ivist. Allarhelst verður hann fluttur til Havnar, út í Marknagil. Men vilja vit stuðla hesari ætlan, ja, Gud hjálpi mær, afturfyri skulu vit fáa eitt spildurnýtt Ellis- og røktarheim. Tað varð lovað býráðnum av hesum mátt(vald)miklu monnum, við sjálvum løgmanni á odda.
Hvat er hetta fyri svans? Hevur ikki nokk av stríði og klandri verið um henda vælsignaða Miðnámsskúla? Við tykkara hjálp og við nøkrum hjálparleysum politikarum fara vágbingar nú uttan iva at klandrast um Ellisheim ella skúla. Viðmerkingin hjá borgarstjór-anum á Tvøroyri hevur so ikki gjørt tað betri. Eitt tílíkt klandur nívur fast.
Byggið skúlan! Hyggið eisini at ætlanini hjá Magna Laksafoss, ið hann vísti okkum/tykkum so meistarliga á í Stóra Pakkhúsi í fjør. Eitt heim á somu stødd sum Eysturoyar Ellis -og røktarheim, har 70 - 100 arbeiðspláss eru. Hví skal tað partú vera antin....ella? Hvat er orsøkin? Er tað ikki ómegdin sum so tíðiliga kemur her til sjóndar? Er tað ikki fyri at fáa okkum her í økinum at venda eyguni annan veg, enn á okkara politikarar. Hava teir ikki staðið á hvørjum trappusteini í Vági og tosað um loysnir. Er hetta tað, tit lovaðu tykkara veljarum og stuðlum - eina nullloysn? Fyri at fáa, mugu vit geva??
Grátið! Bygdarmenn. Grátið! Suðringar.