Gróthørð sigling við Siri

Í miðal sigla teir 10 túrar eina vakt, og Siri tekur 240 rúmmetrar av gróti hvønn túrin.

- Hetta er gróthørð sigling.

 

Tað segði manningin á grótbátinum Siri skemtandi, tá sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í síðstu viku. Tá hann spurdi um at sleppa ein túr við, varð hann eisini skemtandi spurdur, um hann hevði læknaváttan og trygdarskeið.

 

Og tað hevur hann.

 

Manningin taldi tveir mans, sum henda dagin vóru Agnar Joensen, skipari og Kári Groth Danielsen, sum var dekkari.

 

Teir greiddu sjómanstrúboðaranum frá, at arbeiðstíðin er 12 tímar, og so hava teir frí í 12 tímar. Teir eru umborð í fýra vikur og hava so frí í aftur fýra vikur. Tilsamans átta mans eru knýttir at Siri, sum J & K Petersen Contracters eigur.

 

Í síðstu viku sigldi Siri grót av Strondum og slepti tí í fjørðuni í Saltnesi, har rundkoyringin í samband við undirsjóvartunnlinum skal verða. Grótið kemur úr tunnlinum á Strondum og verður grabbað umborð á Siri av eini brøyt.

 

Sjómanstrúboðarin veit at siga, at ein brøyt við longum armi stendur í fjørðuni í Rókini og grabbar grótið upp frá botni og leggur tað upp á turt. Soleiðis verður ein partur at nýggja upplandinum undir rundkoyringini í Rókini gjørt.

 

- Agnar Joensen og Kári Groth Danielsen søgdu, at í miðal sigla teir 10 túrar eina vakt, og Siri tekur 240 rúmmetrar av gróti hvønn túr. Arbeiðið hevur gingið væl, og teir trivast umborð á Siri, hóast arbeiðið stórt sæð er tað sama hvørja vakt, sigur sjómanstrúboðarin.

 

Tað er Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini, sum ber hesi tíðindi frá vitjanini umborð á grótbátinum, Siri.