Grótbrotið á Glyvursnesi brúkast til íbúðir

Grótbrotið á Glyvursnesi er ein serstakliga góður møguleiki til eina umfatandi bústaðarbygging, heldur arkitektur

 

Tað er sjálvsagt at gera Glyvursnes til eitt framtíðar bústaðarøkið í Havnini.

 

Tað heldur Magnus Hansen, arkitektur í Havn.

 

Hann heldur, at sum gongdin er nú, verður tað ikki leingi, so noyðast vit upp í yvir 200 metra hædd fyri at fáa meiri lendi at byggja bústaðir á.

 

Men tað er framvegis eitt øki eftir, har tað ber til at byggja í eini hædd, sum er undir 100 metrar, og tað er á Glyvursnesi. Og her hugsar eisini um sjálvt grótbrotið, sum hann sigur, er serstakliga væl hóskandi til bústaðarbygging.

 

Í løtuni verður sprongt har, tí brúk er fyri grótið til nýggja havnarlagið í Havn. Sum arkitekturin hevur skilt tað verður sprongt einar 10 metrar niður í grótbrotið, eins og sprongt verður suðureftir, soleiðis, at tá arbeiðið er liðugt, er talan um eitt øki upp á einar 112.000 fermetrar.

 

Tað svarandi til ein 180-240 grundstykkir upp á 500 fermetrar, bara í sjálvum grótbrotinum.

 

Men skuldi talan verið um at bygt íbúðir á økinum, er pláss fyri 895 íbúðum upp á 75 fermetrar hvør, soleiðis sum byggisamtyktin nú er.

 

Magnus Hansen ásannar, at ein viðkomandi spurningur í hesum føri, er, um tað er rætt at byggja í einum grótbroti.

 

Har benið er hægst, er tað ikki hægri enn 11 metrar, sum er áleið tað sama, sum aftanfyri høgu húsini á Kongavarða. Annars er benið bara einar 4 - 6 metrar á norðaru síðu.

 

– Heldur enn at síggja grótbrotið sum eina forðing, síggi eg grótbrotið sum ein serstakliga góðan møguleika til íbúðarbygging, sigur Magnus Hansen.

 

Og hansara tilmæli er, at umsitingin í býráðnum, og býráðslimir, taka hendan møguleikan við í metingunum.

 

Men hann staðfestir, at tíverri tykist tað ikki so, tí tað einasta, sum er frammi nú, er, at grótbrotið skal gerast til eitt tyrvingarpláss.

 

Tað heldur hann er heilt burturvið, og harafturat rættiliga hugsjónarleyst.

 

Tyrving elvir til dálking og tað er løgið, at Tórshavnar kommuna ikki hugsar longur frameftir og finnur aðrar møgugleikar fyri tyrving, sigur Magnus Hansen.

 

Hann vísir somuleiðis á, at ætlanirnar um at gera ein flogvøll á Glyvursnesi fer endaliga at beina fyri møguleikanum at gera Glyvursnes til bústaðarøki.

 

Hann vísir samstundis á, at tilsamans eru Havnin, Hoyvík og Argir 12,5 kilometrar, og samanbera vit tað við Keypmannahavn, er pláss fyri 82.000 fólkum í Havnini, í Hoyvík og á Argjum.

Men so skulu vit burtur frá verandi byggimynstri, har hvørt húski skal hava síni hús.