Klaksvík:
Eitt mál, sum var á skránni á ársins fyrsta býráðsfundi, var grótavtalan millum kommununa og Norðoyatunnilin.
Avtalað er, at Klaksvíkar kommuna kann fáa upp til 300.000 kubikk av grótinum, sum kemur upp Borðoyarmegin. Grótið fer til ymsar verkætlanir, sum liggja fyri framman í býnum.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, er vælnøgdur við avtaluna, sum hann heldur vera góða.
? Tað kemur at verða ein millumrokning uppá 2,7 milliónir, sum kommunan skal rinda, men tað er ikki so nógv, heldur borgarstjórin. Hann sigur, at í avtaluni er flutningurin av grótinum til tað stað, har tað skal nýtast eisini er við í avtaluni. Klaksvíkar kommuna eigur og hevur gjørt vegin, sum er út til bátahylin í Borðoyavík, og hann fær kommunan so kompensatión fyri frá Norðoyatunlinum, og er millumrokningin sostatt 2,7 milliónir krónur.
Grót hinumeginfrá
Klaksvíkar kommuna fær umleið 100.000 kubikk úr tunlinum leirvíkarmegin frá. Steinbjørn sigur, at tað ikki er endaliga avgjørt enn, hvussu hetta kemur at ganga fyri seg. Leirvíkar kommuna skal eisini brúka grót, sum kemur úr tunlinum, so har eru samráðingar í gongd. Samráðst verður somuleiðis um prísásetingina.
Borgarstjórin sigur, at tað kann tykjast at ljóðar dýrt at flyta so nógv grót um fjørðin, men hann heldur, at tað kann fara viga upp móti sparingunum á vegakervið og trygdina, sum verður við, at alt hetta grótið verður flutt sjóvegis heldur enn eftir vegnum og gjøgnum býin frá Borðoyarvík og allan vegin norður í Ánirnar til góðshavnina.
Annars væntar Steinbjørn Jacobsen ikki, at kommunan fær nakað av grótinum Borðoyarmegin fyrr enn seint í vár ella í summar, tí tað fyrsta, sum kemur upp, skal Norðoyatunnilin brúka.
? Júst hvussu verður við tí, veit eg ikki beint nú, men tað verður so í fyrsta lagi í apríl, tí teir byrja ikki at bora fyrr enn tá, sigur borgarstjórin í Klaksvík.
Annars frættist, at byrjað verður at grava og at gera alt tilreiðar til boringina í apríl, í hesu vikuni.