Grátandi hollendingar burtur úr EM

Ein av størstu EM-favorittunum, Holland, reyk í kvøld úr EM-endaspælinum. Hetta var í fjórðingsfinaluni ímóti Russlandi.

Russland legði bragdliga fyri, og hevði so at siga alt spælið í 1. hálvleiki. Størsta hóttanin í 1. hálvleiki var Denis Kolodin, sum sendi fleiri vandamikil langskot ímóti hollendska málinum.

Tíggju minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki, tá ið Russland fekk hol á. Sergei Semak fann Roman Pavlyuchenko frammanfyri málinum, og hann sendi bóltin í mál til 1-0. Hetta var triðja málið hjá Pavlyuchenko í hesum endaspælinum.

Russland var omaná allan 2. hálvleik, men hinvent leikgongdini eydnaðist tað Ruud van Nistelrooy at javna til 1-1 við einum stútara fimm minuttir fyri leiklok.

Javnleikurin bar longda leiktíð við sær, og tá var lítil ivi um, hvør skuldi vinna. Í 112. minutti skoraði Dmitri Torbinski til 2-1 til Russland, tá ið hann við afturu stong prikaði bóltin í mál til 2-1. Fýra minuttir seinni staðfesti dagsins leikari, Andrei Arshavin, sigurin, tá ið hann skeyt bóltin ímillum beinini á hollendska málverjanum, Edwin van der Saar.

 

Holland - Russland 1-3 (0-0)

0-1: Roman Pavlyuchenko, 56.

1-1: Ruud van Nistelrooy, 86.

1-2: Dmitri Torbinski, 112.

1-3: Andrei Arshavin, 116.