Grátandi heimaftur

24 ár eftir, at tey vórðu burturflutt til Norðurkorea, vórðu tey móttikin sum hetjur í Japan

Fimm japanar, sum vórðu burturfluttir til Norðurkorea í 1978, komu í gjár við flogfari til Tokyo, har tey skulu steðga fjúrtan dagar.
Tey fimm vórðu rænd har norðuri í Japan, tí tey skuldu læra norðurkoreanskar njósnarar japanska málið og japanskar siðir. Norðurkoreanar hava viðgingið, at teir rændu 13 japanar, og í Japan verður hildið, at tey fimm eru tey einastu, sum eru eftir á lívi.
Líka síðani 1978 hava norðurkoreansku myndugleikarnir tvíhildið um, at teir vistu einki um teir horvnu japanarnar, men í síðsta mánað viðgekk norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-il, at Norðurkorea hevði burturflutt tey 13 fólkini. Avdúkingin kom, tá japanski forsætisráðharrin, Junichiro Koizumi, var í Norðurkorea.
Norðurkoreansku myndugleikarnir hava sagt, at átta av teimum burturfluttu eru deyð av sjúku ella vanlukku, og at onkur tók lívið av sær. Men í Japan halda fleiri, at summi av teimum átta eru framvegis á lívi.
Tað verður ikki hildið, at tey fimm, sum nú eru komin til Japan, fara at siga stórvegis um viðurskiftini hjá teimum burturfluttu, tí tey hava øll skyldfólk eftir í Norðurkorea.