Grátandi bíðitíð

Hjá Johan Danielsen mundi seinasta brotskastið kennast sum ein risastórur lætti

Meistari

- Teir fara í skjótálop, og so havi eg tvey í at velja. Antin standa inni og royna at bjarga, ella royna at fanga bóltin. Tað helt eg meg eisini hava møguleika til, men eg varð fangaður á millumhond, og so var ikki so nógv at gera.
Soleiðis segði Johan Danielsen um brotskastið, sum var um reppið at geva VÍF meistaraheitið, og sum vera man, so var hann keddur um hetta í løtuni.
- Ikki tí eg haldi tað hevði gjørt so nógvan mun. Tí tað vildi í øllum førum verið trupult at bjarga frá einum púra leysum leikara, men eg hevði tað ikki gott.
- Tá Jónleif so skeyt hatta brotskastið lá eg og krógvaði meg aftan fyri nakrar áskoðarar, meðan eg bíðaði eftir úrslitinum. Og at Jónleif so skuldi skora, var bara heilt fantastiskt.

Er vorðin grønur
Júst Jónleif Sólsker var annars maðurin, sum fyri trimum árum síðani fekk Johan Danielsen til Kyndil, og sambært málverjanum sjálvum so hevur hann ikki angrað hetta eina einastu løtu.
- Frá fyrsta degi eri eg móttikin við opnum ørmum. Eg havi ongantíð kent tað sum nakran sum helst trupulleika, at eg áður havi spælt við einum av argastu kappingarneytunum hjá felagnum, og í dag havi eg so slettis ikki nakran trupulleika yvirhøvur við at spæla í Kyndli, segði ein fegin málverji eftir dystin, sum altso fyri aðru ferð gjørdi hann til føroyameistara.
Fyrra ferðin var í 1999, tá StÍF ? við Jónleif Sólsker sum leikandi venjara ? vann á Kyndli á seinasta leikdegi.