Tónleikasamtakið Grót kann nú saman við Gøtu Kvøldskúla sum nakað nýtt bjóða undirvísing í samanspæli. Talan er um tvær ymiskar greinar. Onnur snýr seg um bass /trummur samanspæl, meðan hin leggur dent á øll ljóðførini saman, klang og sving.
Tankin er at geva øllum teimum, ið ikki hava so nógvar royndir innan samanspæl ein møguleika at royna seg, samstundis sum tey fáa vegleiðing frá nøkrum meira royndum tónleikarum.
Undirvísingin er komin í lag í samstarvi millum Grót, Gøtu Kvøldskúla, Gøtu Kommunu og Mentamálaráðið og hoyrir undir kvøldskúlaskipanina.Tey, ið hava hug at tekna seg ella vita meira, kunnu ringja 22 55 37 (Jens) ella 74 16 53 (Jón).