Ein bilførari var úti fyri eini óvanligari hending í nátt, tá viðkomandi koyrdi gjøgnum Leirvíkstunnilin um hálvgum fimm tíðina. Á koyribreytini lá nevniliga grót, ið var rapað undan loftinum á Leirvíkstunlinum. Tað boðar vakthavandi á løgreglustøðini frá í morgun.
- Talan var um nevagrót, og ein upp til 4 kilo tungan stein, men tað var tó ikki neyðugt at senda fólk á staðið, tí viðkomandi var nevniliga so skilagóður, at hann tók sakina í egnar hendur, setti bilin í eitt víkipláss og ruddaði akbreytina fyri tað leysa grótið, greiðir vakthavandi frá.
Løgreglan hevur boðað Landsverki frá leysa grótinum, so at stovnurin kann kanna málið og meta um trygdina í tunlinum.