Tórshavnar Havn og Kollafjarðar bygdarráð hava gjørt avtalu við P/F Vágatunnilin um tilfarið, sum sprongt verður úr undirsjóvartunnlinum.
Talan er um 300.000 rúmmetrar, sum skulu koyrast upp á land Streymoyarmegin. Í fyrstu syftu verða 100.000 rúmmetrar brúktir til havnarlag uttan fyri frystigoymsluna, sum í løtuni verður bygd á Langasandi. Hetta havnarlagið verður 15.000 fermetrar til víddar - og er tað á leið tað sama, sum nýggja havnarlagið sum í løtuni verður gjørt uttan fyri molan í Havn.
Farið verður at spreingja úr tunnlinum eftir 15. september, og tá verður tilfarið koyrt beinleiðis til Kollafjarðar.
? Ætlanin er at brúka hetta havnarøkið til framtíðar vinnu- og bryggjuøki í Kollafirði, sigur Tórfinn Smith, sum er formaður í Tórshavnar Havn, sum er havnarnevndin hjá Tórshavnar kommunu.
? Hetta er eitt úrslit av tí framúr góða samstarvinum, sum hevur verið millum Tórshavnar kommunu og Kollafjarðar kommunu, síðani kommunurnar gjørdu av at leggja saman, sigur Tórfinn Smith.
Tað verður 1. januar komandi, at kommunurnar báðar endaliga leggja saman í Tórshavnar kommunu. Á kommunuvalinum, sum verður um hálvan november, fara havnarfólk og kollfirðingar at velja trettan býráðslimir í Tórshavnar býráð.
Tilfarið, sum kemur úr tunnlinum er smátt tilfar, men tað er kortini sera væl egna til endamálið í Kollafirði, har veðurviðurskiftini eisini eru til vildar.
Tá slíkt tilfar verður »keypt«, verður vanliga goldið fyri koyring, og í hesum sambandi liggur sera væl fyri í so máta, tí stutt er at koyra úr Leynum til Kollafjarðar.
Enn er ikki avjgørt, hvat hinir 200.000 rúmmetrarnir skulu brúkast, men helst verða teir eisini brúktir til havnarøki í Kollafirði - kansa til ídnaðarøki Signabømegin.
Tórfinn Smith heldur, at hetta stigið er ein týðandi liður í vinnuligu menningini í hasum partinum av kommununi.