Tá ið farið verður at bora Hvalbiartunlinum, er tað rættiliga sjálvsagt, at ein partur av grótinum verður brúkt til at gera vegin til framtíðar Fámjinstunnilin, við.
Tað heldur Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum. Hvalbiartunnilin er boðin út og tilboðini skulu vera inni um eina mánað. Sostatt verður farið at bora Hvalbiartunnilin tíðliga næsta ár, og væntandi tekur tað eitt ár at bora hann.
Samstundis hevur stór ósemja verið um, hvar nýstovnaða tunlasjakkið hjá Landsverki skal fara til verka. Fyrrverandi landsstýrismaðurin, Henrik Old, ætlaði at byrja í Fámjin, men restin av samgonguni tók hann av ræði, og sostatt verður lagt til brots við Dalstunlinum. Níggju milliónir eru settar av til tunlasjakkið næsta ár. Fyri níggju milliónir kann tað bora 300 metrar, og verður hetta lagið, tekur tað yvir sjey ár at bora Dalstunnilin.
Men Heðin Mortensen heldur, at tað er rætt at fyrireika Fámjinstunnilin í góðari tíð, soleiðis at tað verður klárt at bora, beinanvegin, tað er liðugt at bora Dalstunnilin. Tí fer hann nú at tosa við Landsverk um at leggja eina nágreiniliga linjuføring fyri Fámjinstunlinum, so at grót úr Hvalbiartunlinum kann brúkast til at gera vegin til tunnilin við.
Hinvegin vísir hann eisini á, at heilt nógv av grótinum fer til at gera vegin til nýggja tunnilin hvalbiarmegin.










