Grót og politikkur

   

Tað var áhugavert at lesa í Sosialinum, fríggjadagin 10. oktober, at Landsverkfrøðingurin enn einaferð spyr friðingarmynduleikan um loyvi at taka enn meira grót úr einum grótbroti í Trongisvági.
Eg vil hervið heita á friðingarmyndugleikarnar um IKKI at loyva hesum. Friðingarmyndugleikin skal halda seg til ásetta hámarkið, og síðan má onnur skilabetur politisk loysn finnast!
Nógv hevur verið tosað um grótið, sum skal til, fyri at okkara nýggja Suðuroyar samferðsluhavn skal gerast veruleiki. Sjálvsagt er tað gott at kjakast, og tað skal mangan til fyri at finna eina góða loysn. Men í hesum føri, kann einki mansbarn vera í iva um, at rætta loysnin enn IKKI er funnin. Politikkur er komin í grótið, og tað er eitt ógvuliga stórt vónbrot fyri okkum her suðuri. Málið hevði neyvan fingið sama enda norðanfjørðs. Og eg vóni heldur ikki, at málið endar her í grótbrotinum í Trongisvági.
Nógv verður tosað um trygd í nútíðarsamfelagnum. Vit hava landsstýris-mann, ið hevur ferðslu og trygd sum arbeiðsøki, somuleiðis hava vit Ráðið fyri ferðslutrygd við formanni o.s.fr. Eingin av hesum fólkum ella stovnum hava hugsað kritiskt um trygdina viðvíkjandi arbeiðinum, sum er farið í gongd í Trongisvági. Og eingin hevur sett spurnartekin við, um tað er forsvarligt, at so nógv tung ferðsla fer fram ímillum vanligar persónbilar.
Hetta vegastrekkið er tað strekkið, sum vit hvalbingar og sandvíkingar hvønn dag ferðast í og eru tengd at. Tað er undarligt, at eingin hevur hugsað um okkum í hesum málinum.Vit eru sostatt umleið 900 føroyingar, sum ikki eru tiknir í nóg stórum álvara í hesum máli.Fyrst hava vit tveir ótíðarhóskandi tunnlar, sum vit noyðast ígjøgnum, skulu vit av bygdini.Og tað skulu vit sjálvsagt hvønn dag. Vit skulu eins og onnur fólk á apotekið, til lækna, til handils, til Vágs, til Sumbiar, til Fámjins o.s.fr. Síðan hava vit smalar vegir, sum vit við tíðini bara hava góðtikið, og nú skulu vit í langa tíð fram eisini bara góðtaka at koyra millum tungt lastaðar, stórar lastbilar og bara tiga. Nei, tað hvørki gera vit ella vilja vit.
Tað er eisini at undrast á, at landsins mynduleikar loyva hetta slag av arbeiði uppá akkord. Akkord førir kapping við sær, og kapping í ferðsluhøpi er ørskapur. Um eitt óhapp hendir, hvør hevur so ábyrgdina? Veturin stendur fyri durunum, svartakálk á vegnum, ferðin ov nógv, grótið ov nógv í lastini, tíðin ov knøp BUMMMMMMM. Ábyrgdin á tínum herðum, gáva frá okkum til tín, rungar í høvdinum. Vónandi tankar, sum ikki gerast veruleiki.
Borgarstjórin á Tvøroyri hevur sagt, at Byráðið á Tvøroyri hevur áhuga í málinum, og at møguleikin at fáa byggifelagið at taka grót út goymslutunlum á Drelnesi enn ikki er sleptur. Havi eisini frætt, at Tvøroyrar Býrað hevur bjóðað sær at gjalda meirkostnaðan, um nakar meirkostnaður skuldi verið.Hetta ljóðar skilagott. Eisini er gamli, góði Hovstunnulin í tonkunum.Tunnulin, sum burdi verið liðugur, áðrenn nýggja havnin er liðug, og áðrenn nýggi miðnámsskúlin opnar. Men tað er kanska ov nógv at krevja av politiskari síðu, at hetta arbeiðið fer í gongd. Her skulu vit bara aftur tiga, og bíða til kostnaðarmiklar royndir hava staðið seg. Her verður tað eisini alneyðugt, at trygdin verður vird, og tunnulin fer at liggja onkustaðni, har tað er koyrandi.
Tað, sum eg vil við hesum lesarabrævi, er, at menniskjan brúkar vit og skil, at peningur og politiskt maktstríð ikki tekur yvir. Tað má kunna bera til at taka grót onkustaðni í Suðuroy, har landspolitikarar, eins og lokalpolitikarar hava eina skilagóða grundgeving fyri, hví grótið júst verður tikið har. Hetta høvdu vit borgarar skilt og góðtikið. Og tað eigur ikki at vera ov nógv kravt av politikarum, sum vit so trúgv velja ár eftir ár, at teir nýta vit og skil, tá ið avgerðir verða tiknar.
Eftir stendur bara brennandi spurningurin, hví verður grótið tikið í Trongisvági? Orsøkina veit eg ikki, men nú er so ein partur av grótinum í nýggju samferðsluhavnini tikin úr ávísa haganum. So lad gå! Lat nú vit og skil sigra á pengapunginum, soleiðis at eftirkomarar okkara ikki fáa alt ov stór og greflig menniskjaskapað náttúrusár at síggja. Og ikki at gloyma, latum okkum fáa trygdina í hásætið.
Eg seti mítt álit á, at friðingarmynduleikin brúkar vit og skil og tekur røttu avgerðina um grótið.