Tórolvur Skaalum
Ein vónsvikin skattaborgari í Sørvági
Bleiv tað sagt Vesturvón ja so segði man Sørvágur. Vesturvón hevur verið við til at sett Sørvág á føroyakortið.
Vaknaði við kaldan dreym og trúði ikki mínum egnu oyrum, tá í útvarpið hevði tey syrgiligu tíðindi, at p/f Vesturvón var selt til eitt smápartafelag Framherji í Toftum?, sum tjóvur á nátt hvarv ein sunn og stabil fyritøka sum døgg fyri sólini. Eini 100 fólk sum hava tilknýti til fyritøkuna stand nú so at siga á berum, alt virksemi er farið í søguna. Sørvágur hevur mist hønuna, sum varp gull eggið. Av berum innanhýsis klandri, eftir blaðskriving at døma og sum millum manna sigst, takka verði millum annað einum nevndarlimi, sum sat í nevndini í eitt kráku ár. Hann, sum skuldi vera við til at skapa stabilitet og framburð í fyritøkuna, tykist firtin um, at verða lagdur undir at hava stungið reiðaran og nevndina knívin í ryggin. Reiðarin, sum millum annað hevur æruna av, at fyritøkan hevur verið dynamisk og væl rikin gjøgnum árini.
Var endamálið hjá teimum at sorla fyritøkuna sundur, so kláraðu tey tað so meistaraliga, skamm fái tykkum fyri tað.
Havandi í huganum nettupp tað, at kommunan í kreppu tíð setti pening í fyritøkuna svarandi til ca eina hálva álíkning, við tí fyri eyga at varðveita fyritøkuna í oynni, og at hindra at eigararnir í ringasta føri fóru frá húsi og heimi, og at Vesturvón ikki endaði í Íslandi saman við Stella Carinu og Katrinu.
Nei sørvingar fingu ongan møguleika at bjóða uppá partabrøvini. Líkamikið hvussu nógv nevndarlimurin í Sandavági vendur og dregur tingini, so hevur hon ikki melda klárt út við síni ætlan. Hví bað hon ikki um ein eyka aðalfund? Um so var, hugsi eg at støðan var ein heilt onnur, endamáli var eittans? Og at tú onga ávirkan hevur havt á fyritøkuna, fari eg at loyva mær at ivast í. Álvara tos, hvør hevur siglt við Vesturvón sum skipari í mong ár?
Eg fari at ynskja tykkum sum nú á berum standa eina bjarta framtíð.