Grót, fløgur og bøkur í Gøtu

Herfyri gavst Tutl við at selja fløgur. Tónleikasamtakið Grót í Gøtu hevur loftað hesum og skipar fyri áhugaverdum og hugnaligum tiltaki, har til ber at ogna sær lesna frá Sprotanum og tónleik, afturvið livandi tónleiki og caféhugna

 


Grót í Gøtu er virkið felag. Felagið skipar hesa vikuna fyri tiltaki í Losjuni í Gøtu, saman við Plátufelagnum Tutl og Sprotanum, ið fæst við bókaútgávu. Talan er um sølu av bókum og fløgum, ið fgara fyri hálvan prís, og um livandi tónleik og café.

Tiltakið lat upp mikudagin kl. 19.00 og er eisini opið fríggja- og leygardagin frá kl. 15.00 til 23.00.


Meira útgávuvirksemi

Tiltakið er komið í lag eftir at Tutl herfyri gavst

við handilsvirkseminum og gjørdi av at leggja meira dent á

útgávuvirksemi ístaðin. Teir sótu eftir við hópi av fløgum, utlendskum eins væl og

føroyskum, ið teir nú lata frá sær fyri hálvan prís.

Grót og Tutl hava samstarvað um ymiskt, og gjørdu av í

felag at hava eina stóra útsølu í Gøtu í

heystfrítíðini. Tá hetta var komið i lag, tosaðu Grót

og forlagið Sprotin saman, og komið var á samt um, at upplagt var at selja bøkur í sama viðfangi. Sostatt spurdist eitt

forkunnugt tiltak burturúr: café, livandi tónleikur,

bókasøla og fløgusøla, alt undir somu lon.

Tað er ókeypis at vitja innar í Losjuna hesar dagarnar.