- Dagin eftir, at virkið varð stongt, ringdi skálavíksjingurin Ole Nattestad, saman við konuni Ann-Dorith, til mín. Ann-Dorith er úr Skopun. Vit byrjaðu at práta, men skjótt merkti eg, at hetta var skiparin Ole Nattestad, her var einki uttanumtos – Gerhard, eg opni virkið aftur!
Gerhard sigur, at hann hevði ilt við at finna málið, meðan hann sat við telefonini.
- Eg veit sjálvur, at eg kann vera buldrasligur, men skjótur til tárini. Eg fekk ikki svarað manninum, tí eg græt so sáran av gleði, skrivar Gerhard.
Síðani hava nógvir fundir verið aftur og fram, og tá ið avtornaði varð Gerhard eisini settur sum nevndarformaður.
- Góðu Óli og Ann-Dorith, eg vil vegna Skopuningar og Sandoyar Sýslu takka tykkum av heilum hjarta fyri tykkara óvanliga innsats, sigur nýggi nevndarformaðurin at enda.
Sí alt lesarabrævið hjá Gerhardi her