Onkur bilførari hevur havt sær til frægd, at koyra inni á grasvøllinum við Læraraskúlan, har grov spor standa eftir. Tá fólk møttu til arbeiðis á Læraraskúlanum í morgun, løgdu tey til merkis, at djúp bilspor stóðu í gravsøllinum við skúlan.
Onkur hevur havt sær til frægd at koyra inni á grasvøllinum, og harvið gjørt herverk á vøllin.
Húsavørðurin á Læraraskúlanum sigur, at tað kemur fyri, at koyrt verður á knallert inni á vøllinum. Ungdómar hava til frægd at koyra á vøllinum, serliga tá vátt er í veðrinum. Men hesaferð er kortini talan um bilspor.
Húsavørðurin sigur, at tað er ikki vanligt, at bilar fara inn á vøllin at koyra. Tað ber kortini til at sleppa inn á grasvøllin við bili, um koyrt verður umvegis Nóatún.
- Portrið, sum var fyri, bleiv brotið í heilum, so vit góvust bara at seta tað upp aftur. Annars ber ikki til at sperra vøllin heilt av, tí vit mugu sleppa inn á hann at sláa hann, sigur húsavørðurin.
Hann sigur, at fyri einum fimm árum síðani hevði onkur stolið ein bil og koyrt inni á vøllinum. Men biltjóvarnir høvdu verið so óhepnir, at bilurin steðgaði upp og varð standandi á vøllinum.
Sum sæst á myndini er talan týðiliga um bilspor, og tey eru greflig á at líta.