Í kvøld verður eitt serligt mentanartiltak í Sjónleikarhúsinum í Havn, nevnt Green Hair Fashion, har ljós verður varpað á føroyskan ungdóm, sum elsar at skapa nakað nýtt og øðrvísi.
Tiltakið skal eitt nú seta nýggjan tónleik, alternativt hár show, DJ og mótasýning á breddan í eitt kvøld, og harvið vera við til at varpa ljós á tað, ið rørir seg millum tann skapandi sprutlandi unga føroyingin.
- Endamálið er, at hetta er eitt reint føroyskt mentunartiltak, har ymiskar mentunargreinar samstarva í einum størri samanheingi, eins og tiltaki eftir ætlan skal verða afturvendandi, sigur Elisabeth Daneilsen, fyrireikari.
Hon sigur, at til hetta spennandi grøna tiltak er ætlanin, at bæði ungir, royndir og óroyndir føroyskir sniðgevar, tónleikarar, frisørar, stílistar, makeupartistar o.o áhugaði, skulu taka lut í einum altenativum showið.
- Hetta er eitt show, har øll kunnu melda eitt toymi til. Toymið skal samstarva um modellir, hár, make up, klæðir, tónleik og ikki minst eina júnika framførslu, sigur Elisabeth Danielsen.
Hon sigur, at áskoðararnir fáa eina uppliving av tí serstaka og nýggja, sum sniðgevarnir vísa fram á ársins mótatiltaki.
Almenna tiltakið byrjar í kvøld klokkan 20.