Iveco presentera í hesum døgum ein nýggjan EcoDaily, ið er tann fyrsti vørubilurin við dieselmotorum, sum lúka tey strangastu krøvini til CO2 útlát. Iveco Daily, sum hava verið gjørdir síðan 1978, verða í dag roknaðir sum nakrir av mest haldbaru og álítandi vørubilum á marknaðinum. Higartil eru meira enn tvær milliónir Daily seldir.
Hesin nýggi EcoDaily sær heilt annarleiðis út enn forgangarin við størri kølaragittari, forlyktum og øðrum designbroytingum. Eisini innan eru nógvar broytingar við nútímans instrumentborði og alu-look designi. Øll innrættingin er gjørd soleiðis, at bilførarin hevur eitt so gott og trygt arbeiðspláss sum gjørligt. Nógv er eisini gjørt burturúr kvalitetinum og ljóðdoyving.
EcoDaily fæst við fimm nýggjum motorum frá tí minsta 2.3 litra við 106 hk til tann størsta 3.0 litra við 170 hk. Umframt Euro5 normin, sum kom í gildi 1. oktober 2009, lúka teir eisini tann sonevnda EEV normin (Enhanced Environmental friendly Vehicle), sum krevur 33 prosent minni partikul-útlat enn Euro5. Partikulfiltur er annars standard á øllum modellunum.
Ein orsøk til at Iveco leggur so stóran dent á reinar motorar, er at í nógvum størri býum eru umhvørvis-zonir, har bilar, sum dálka meira enn eitt vist, als ikki sleppa at koyra. Í sambandi við G8-fundin í Italia fyrr í ár, har dálking og veðurlagsbroytingarnar vóru høvuðsevnið, vóru Iveco EcoDaily við elmotori sýndir fram og royndarkoyrdir saman við teimum vitjandi. Hesin elbilurin er royndarkoyrdur við sera góðum úrsliti – eisini við fullari last. Ætlanin er eisini at koma við eini diesel-hybrid útgávu av EcoDaily, sum sparir 30 prosent í brennievni.
Allar tær nýggjastu trygdarskipanirnar eru innbygdar í EcoDaily, uframt at hann hevur eina framkomna ESC-stabilitetsskipan, sum alla tíðina lagar seg eftir, hvussu bilurin er lastaður.
Iveco Daily fæst í ymiskum útgávum – bæði sum vørubilur og við last. Sum nakað nýtt fæst hann nú í eini 7-tons útgávu sum lastar 4,7 tons.
Iveco er ein av heimsins størstu framleiðarum av ídnaðarakførum. Navnið Iveco stendur fyri Industrial Vehicles Corporation.