Stjørnan-Kyndil 19-24
Seinnu árini hevur tað verið Neistin, ið hevur staðið fyri tí mesta hjá kvinnunum, men nú sær út til, at tað er hitt havnarfelagið, ið hevur yvirtikið leiklutin sum sterkasta liðið í bestu kvinnudeildini.
Gamaní, er Stjørnan leygardagin kanska ikki sterkasta mótstøðan, nú klaksvíkskvinnur royna at byggja upp, men allan fyrra hálvleik megnaði Stjørnan altso at fylgja við, og í hálvleikinum stóð á jøvnum.
Men eftir steðgin gjørdi Kyndil bart, fór nøkur mál framum og megnaði at halda stand, so Kyndil nú er fremst í Elektrondeildini við fimm stigum fyri sínar tríggjar dystir higartil.
VB-Neistin 29-25
At aðrar tíðir tykjast vera á veg hjá kvinnunum, kom eisini til sjóndar í Vági leygardagin, tá VB á sínum vanliga sterka heimavølli gav Neistanum durafjórðingin.
Eisini har byrjaði tað meira javnt, so tað eisini stóð á jøvnum í steðginum, men nakað inn í seinna hálvleik megnaði Neistin at halda stand, til VB meira ella minni setti seg á dystin.
Tað bleiv tí sigur til vágskvinnur, ið eru komnar væl frá byrjan í kappingini og liggja bara eitt stig aftan fyri Kyndil, meðan Neistin enn bara hevur fingið eitt stig í sínum higartil tveimum dystum.
StÍF-VÍF 17-27
Á Skála fingu VÍF-kvinnurnar víst, hvør dugur er í teimum, tá tær vunnu ein tryggan sigur á StÍF, sum enn fæst við at byggja upp og spæla sær liðið saman.
Longu eftir 12 minuttir hevði VÍF vunnið seg fimm mál framum, og hóast StÍF royndi at svara aftur, bleiv tað bara tyngri og tyngri at koma afturíaftur í dystinum, sum endaði við stórsigri til VÍF, ið vann við 10 málum.
Ársins spælari síðsta kappingarár, Liljan Durhuus, gekk undan, og eitt nú fekk Durita Ljósstein víst, at hon er við at koma ordiliga upp á pláss á kvinnuliðnum í Vestmanna.