Grønt summar

Grønt gongur aftur og aftur í summarsins mótamynd, og her eru nøkur boð uppá hvussu tú kanst fylgja grøna rákinum í summar.

Langan kjóla

Eitt rák, sum fyllur nógv í mótamyndini í summar, eru fótlangir kjólar, sum helst skulu hava eina rúgvu av stuttligum prenti. Fótlangir kjólar hava verið partur av summarinum seinastu tvey-trý ára, og í ár er einki undantak. Allir fótlangir kjólar eru vælkomnir, so tú kanst eisini finna ein gamlan kjóla fram úr skápinum, og seta hann saman við nýggjum smúkkum.


Grøn eygu

Summarið stendur í etniska tekninum, og tað er eisini galdandi, tá ið vit tosa um smyrsl. Grøn eygu hóska seg ógvuliga væl til summarið, og tú kanst gera grønu eygnaskuggarnir meira áhugaverdir við at leggja gult innast í eygnakrókinum, og síðani svart uttast, fyri at skapa smokey eyes við grønum. 


Ljósagrønar negl

Hetta ljósagrøna neglalakkið er nógv at síggja júst nú . Tú kanst nýta hendan litin til allar neglirnar, ella tú kanst fríska lookið eitt sindur við at leggja svart á nakrar negl, og ljósagrønt á nakrar. 


Sunnur smootie

Tað ber illa til at tosa um grøna rákið, uttan at nevna mat. Smootie-drykkir eru altíð vælumtóktir um summarið, og her er ein uppskrift uppá smootie, sum inniheldur eina rúgvu av sunnum rávørum.

1 lítlan lógva av mintbløðum

1 banan

2 cm ananas uttan skal

½ avokado

4 cm agurk

1 lógva av frískum ella frystum spinati

Ís og 1 spsk. av góðskuolju

3 dl rísmjólk


Grønur summardrinkur

Vit skulu sjálvandi eisini hava eitt sindur til summarkvøldini. Her er ein uppskrift uppá drykkin Mojito.


Tilfari:

1 tsk. sukur

Frísktpressa limesaft frá 1 heilari limefrukt

10 myntbløð

5 cl. rom

Apolonaris

Tranebersaft

Knústur ísur


Soleiðis gert tú:

Sukur, limesaftin og myntbløðini vera koyrd í ein “shakara”.


Síðani koyrir tú rom og tranebersaft í, og ryst væl.


Koyr knústa ísin í eitt stórt glas, og hell drinkin yvir ísin ígjøgnum eina sí, soleiðis at myntbløðini ikki koma í glasið. At enda skalt tú fylla upp við appolnaris, og møguliga pynta við frískum myntbløðum.