Samferðsla
Vágar:Grønar og reyðar útgongdir eru nú gjørdar á flogvøllinum i Vágum. Tað merkir smidligari tollavgreiðslu, sum fer at merkjast bæði hjá ferðafólkinum og tollarunum á flogvølinum.
Hesar grønu og reyðu útgongdirnar eru vanligar í tollavgreiðslum aðrastaðni. Og eisini á farstøðini í Havn hevur hendan skipan verið galdandi eina tíð, sigur Kjartan Dam Joensen, yvirtollari.
At tað ikki fyri langari tíð síðan er gjørt á flogvøllinum, kemst av trongligum hølisviðurskiftum. Men nú hevur Statens Luftfartsvæsen gjørt eina útbygging, soleiðis at hetta er møguligt.
Her eftir skulu ferðafólkini sjálv meta um, hvørt tey hava eitthvørt at tolla ella ikki. Tey, sum meta seg hava tollskyldugar vørur við, skulu so fara gjøgnum reyðu útgongdina, meðan hini, sum einki hava at tollgreiða, fara gjøgnum ta grønu.
Tað verður nú ikki so, at tollararnir fara til hús kortini. Teir skulu í fyrsta umfari avgreiða tey, sum venda sær til teirra, men eisini taka stakroyndir av teimum, sum fara gjøgnum grønu útgongdina.
?Tí tá fólk hava valt útgongd, hava tey samstundis sagt frá, um tey hava tollskyldurgar vørur ella ikki, sigur Kjartan Dam Joensen. Avdúkar so ein stakroynd tollskyldugar vørur í viðførinum hjá einum, sum fer um grønu útgongdina, fellur hamarin, og bót verður útskrivað.
Royndirnar út Havnini vísa, at tað lættir munandi um, at fólk velja sjálv. Og tær vísa eisini, at fólk sum heild geva rætt upp, sigur yvirtollarin.
Skipanin við reyðu og grønu útgongdini á flogvøllinum byrjaði mikudagin.