Grønt ljós í Kollafirði

Gøtan er greið at fara undir at gera øll høli í Ítróttarhøllini í Kollafirði liðug.

Tórshavnar býráð hevur tilsamans játt­að 3 mió kr til endamálið. Á bý­ráðs­fundi hós­kvøld­ið varð eisini samtykt at fara undir tað í­tøki­liga fyrireikingararbeiðið til liðug­gerðina.
Tórshavnar kommuna eigur høll­ina í Koll­a­firði. Felagið Hallarstuðlar í Kolla­firði stóð fyri byggingini á sinni vegna kommununa.
Hallarstuðlar og kommunan fara eisini í felag at standa fyri lið­ugg­erðini eftir sama leisti við eini bygginevnd.
Talan er um hølini í hæddunum oman­fyri inngongdina í høllina. Har eru tvær hæddir, sum ikki eru inn­rætt­að­ar. Tað verður gjørt nú, og høl­ini verða skipað soleiðis, at tey kunna brúkast til ymisk endamál.
– Tað er upp á høgu tíð, at vit eru komin higar til í hallarmálinum í Kollafirði, sum hevur eina rættiliga langa søgu, sigur Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs.