Grønlendskur trolari legðist á liðina í dag

skipið liggur 6-7 stig á liðini

Tá grønlendski trolarin Artic Voyager skuldi sjósetast av betingini hjá Mest í Havn seinnapartin, legðist skipið á liðina. 

 

 

Mouritz Mohr, stjóri í Mest, segði við útvarpið í kvøld, at skipið liggur 6-7 stig á liðini, og at støðulýsing skal gerast og síðani støða takast til, hvat síðani verður gjørt. 

 

 

Skipið fæst ikki á rætt kjøl í dag, men tíðin vil vísa, um skipið verður tikið upp aftur til kanningar, men hetta væntar stjórin á Mest tó ikki.

 

 

Tað var ongin fólkaskaði, tá skipiðlegðist á liðina.