Grønlendskur politikari illur um drukk-slatur

Vittus Qujaukitsoq hóttir við at fara í rættin við teimum, sum bera slatur um hann

Grønlendska blaðið AG skrivar, at orsøkin til, at Vittus Qujaukitsoq misti ábyrgdina av uttanríkismálum í grønlendska landsstýrinum, og síðani rýmdi í øðini, var, at hann var fullur á einari tænastuferð í Kina, har hann hitti kinesiskar diplomatar á almennum fundi. AG sigur seg hava søguna frá fleiri ónavngivnum keldum.

Vittus Qujaukitsoq hevur bjóðað Kim Kielsen til formansvalið í flokkinum Siumut á landsfundinum í næstu viku. Vittus Qujaukitsoq vil ikki viðmerkja innihaldið í søguni í AG, men hann sigur, at tað fer at fáa fylgjur fyri viðkomandi, um hann finnur fram til, hvør hevur borið slatur um hann, sum hann málber seg. 


- Eg havi hoyrt slaturin, men eg vil ikki viðmerkja hann. Eg ætli mær tó at rættarsøkja tey, sum bera hendan slatur, fyri ærumeiðing, um eg finni út av, hvørji tey eru, sigur Vittus Qujaukitsoq við AG.

- Tað er allatíðina slatur í umferð – eisini um Kim Kielsen – men eg ætli mær ikki at bera slíkan slatur víðari, leggur hann afturat.