Grønlendskur landsliðshondbóltur fer undir samstarv við danskt felag

Fyri at tryggja menningina hjá ungu og evnaríku grønlendsku hondbóltsspælarunum, hevur grønlendska hondbóltssambandið GHF gjørt samstarvsavtalu við danska felagið Ikast/Bording FH

Hondbóltur

Ásannandi, at tað er rættiliga avmarkað, hvussu nógv ungir og evnaríkir hondbóltsspælarar kunnu mennast í Grønlandi, er grønlendska hondbóltssambandið GHF nú farið nýggjar leiðir.
Í farnu viku skrivaðu GHF og danska hondbóltsfelagið Ikast/Bording FH undir eina samstarvsavtalu, ið er galdandi til 1. juni 2005.
Sambært hesa avtalu fær danska felagið 550.000 krónur fyri at taka sær væl av ungum grønlendingum, ið duga at spæla hondbólt, so teir skulu gerast uppaftur dugnaligari.
Grønlendska handilsketan undir KNI, Pilersuisoq/Pisiffik, ið er høvuðsstuðul hjá GHF, rindar hesa gott og væl hálvu milliónina.
? Vit mugu ásanna, at grønlendsku spælarar mugu sleppa úr Grønlandi, skal menningin halda fram. Vit hoyra ofta, at tá okkara ungdómslið møta donskum liðum, eru tey á sama stigi, men so heldur menningin ikki fram á sama hátt, sigur Kurt Lauritsen, liðleiðari hjá grønlendska manslandsliðnum.
? Nú vóna vit, at nýggja samstarvsavtalan kann leggja menningina í eina fasta legu, so vit eisini kunnu hava eina ætlan fyri hvønn einstakan av spælarunum.
Óvist er, um føroyska hondbóltssambandið hevði gjørt eina líknandi avtalu, og tað eru kanska fyrst og fremst tvær orsøkir til tað.
Fyri tað fyrsta er ikki sama samband millum føroyskan og danskan hondbólt, sum millum grønlendskan og danskan hondbólt.
Og haraftrat finst neyvan nakar stuðul ella sponsorur á okkara leiðum, ið sær seg føran fyri at leggja yvir hálva millión á borðið, fyri at ungir føroyingar skulu mennast til betri hondbóltsspælarar.