Grønlendskur gysari

FILMUR Lagt er upp til ein góðan og gamaldags ræðufilm, tá grønlendska filmsfelagið Tumit Production vísir nýggjasta film sín – Qaqqat Alanngui – Skuggar í fjallinum seinni í ár.

Tað er 33 ára gamli Malik Kleist sum hevur leikstjórnað filminum. Malik er annars kendur sum forsangari í grønlendska kultbólkinum Chilli Friday.
Seinnu árini er tíðin tó mest farin til framleiðslu av filmum í egna felagi hansara, Tumit Production. Hetta felag hevur áður framleitt væl umtókta filmin Hinnarik, sum er vístur í nógvum londum.
Nú roynir Malik set við fyrsta grønlendska action-ræðufilminum.

Á lívi
Filmurin snýr seg um seks ungar nýklaktar studentar sum fara í eina smáttu, ið liggur beint við fjørðin.
So líðandi byrja tey at uppliva løgnar hendingar, samstundis sum ótryggleikin breiðir seg, og brádliga kemur ein qivittoq – ein sonevndur fjallgangari - á gátt.
Stóri spurningurin er, hvussu mong teirra koma til hús aftur á lívi. Tað gevur filmurin sítt svar uppá.
Bæði royndir og nýggir leikarar eru við í filminum, sum varð innspældur eftir níggju vikum, og kostaði 2 mió krónur at gera.
Fyrsta sýningin av filminum verður fríggjadagin 3. juni.