Ein av best dámdu bólkunum í Grønlandi júst nú, Nanook, verða at hoyra á G! í ár.
Nanook góvu sína fyrstu fløgu út í 2009, men longu í 2005 vóru lunnar lagdir undir bólkin, tá brøðurnir Christian og Frederik K. Elsner gjørdu heitislagið til stuttfilmin Inuup Tarra (Skuggi manna). Lagið fekk nógva umrøðu í Grønlandi, og hetta gav teimum báðum blóð á tonnina at skriva fleiri sangir við íblástri úr grønlendskari mentan, og øllum tí íblástri, teir høvdu fingið í uppvøkstrinum. Fyrsta fløgan, Seqinitta Qinngorpaatit (Okkara sól skínur á teg) kom út í september 2009, og gjørdist eitt stórt hitt í Grønlandi. Hetta hevði við, sær at bólkurin varð nógv umbiðin kring Grønland, og eisini í øðrum londum næstu tvey árini. Samstundis sum teir túraðu, skrivaðu brøðurnir sangir til eina nýggja fløgu, ið var útgivin í fjør undir heitinum Ai Ai. Eisini her hittaðu Nanook stórt við eitt nú løgunum Inuinnaagavit og Ai Ai.
-Á G! eru vit glað at fáa høvið at seta grønlendskan tónleik á skránna. Nanook er einans annar bólkurin úr Grønlandi, sum spælir á G!. Fyrstu ferð ein grønlendskur bólkur var á G!, var í fjør, tá Nive Nielsen and the Deer Children vitjaðu festivalin, skrivar G! Festivalurin á heimasíðuni.










