Grønlendsku menninir til HM

Hondbóltur


Fyri stuttum varð skrivað, at tað var einki minni enn ein sensatión, at grønslendska kvinnulandsliðið í hondbólti heðvi vunnið seg fram til HM-endaspælið.

Fagnaðurin um heta er neyvan minni í Grønlandi, nú tað eisini er greitt, at manslandsliðið sleppur at spæla við, tá HM verður floyta ígongd.


Grønlendsku harrarnir høvdu annars ikki spælt seg fram til endaspælið, men tá Cuba hevur tikið sína luttøku aftur, stóð Grønland næst á listanum.

Flestum kunnugt, so spældi føroyska manslandsliðið tríggjar landsdystir móti tí grønlendska í vár. Tveir teirra endaðu við føroyskum sigri, meðan hin triði og seinasti endaði við javnleiki.