Ígjár møtti grønlendska sera sterka brasilska manslandsliðnum í hondbólti í panamerikanska endaspælinum í Nuuk.
Bæði liðini høvdu vunnið sínar tríggjar dystir í bólki B, men í dystinum setti Brasil eina feita striku undir hví teir eru favorittarnir til at vinna panamerikanska meistaraheitið.
Brasil vann greitt 36-26 aftaná hálvleiksstøðuna 21-11 til Brasil. Grønland fylgdi væl við fyrsta korterið, men illa gekk í hond seinna korterið í fyrra hálvleiki, tá grønlendska liðið gjørdi nógvar tekniskar feilir. Føroyski landsliðsvenjarin hjá Grønlandi, Ingi Olsen tók timeout fyri at tosa við stórum stavum, men tað rættaði seg ikki í fyrstu atløgu.
Í seinna hálvleiki gekk tó rættiliga væl, og Isak Olsen í grønlendska málinum hevði fleiri góðar bjargingar. Tað eydnaðist eisini grønlendingum at halda muninum niðri á 10 málum. Tað ótrúliga var, at grønlendsku áskoðararnir stuðlaðu alla somlu tíðina liðnum hjá sær, og har hava føroyingar nógv at læra av grønlendingum.
Brasil er eitt sterkt lið. Trý tey seinastu HM-endaspølini hevur Brasil vunnið seg í áttandapartsfinalurnar, og á olympisku summarleikunum á heimavølli vann Brasil seg í fjórðingsfinaluna.
Í samrøðu við grønlendska blaðið Sermitsiaq sigur Ingi Olsen: - Vit spæla ímóti einum klassaliði. Og tá teir koma við sterkastu uppstilling, so verða vit yvir-matchaðir. Kortini megna vit javnleik í seinna hálvleiki. Í steðginum vóru vit samdir um, at nú skuldu vit standa saman, og tað gjørdu vit eisini. Hetta var tað týdningarmesta fyri okkum. Eg haldi okkara spælarar gjørdu tað framýr, og aftur vóru rammurnar um dystin ótrúligar. Eg kann ikki rósa áskoðarunum nóg nógv. Vit vildu eisini yvirfyri áskoðarunum vísa, at vit stóðu saman, greiðir Ingi Olsen frá í samrøðuni.
Spurdur um hann heldur, at Grønland kann vinna seg í HM-endaspælið við at gerast millum trý tey ovastu liðini í panamerikanska endaspælinum svarar Ingi: - Vit hava vitað alla tíðina, at Brasil hevur eitt sera sterkt lið, og tað er ikki Brasil vit skulu máta okkum við. Tað er framvegis Chile og Argentina vit skulu máta okkum við, sigur Ingi Olsen við Sermitsiaq.
Grønland hevur sera góð kort á hondini. Uruguay sum eins og Grønland hevur seks stig spælir ímóti Brasil klokkan 19, og hóast Uruguay í øðrum liðítrótti ofta koppar Brasil er tað ikki sannlíkt, at tað hendir í manshondbólti.
Skuldi tað ótrúliga hent, at Uruguay koppar Brasil kann Grønland vinna seg í hálvfinaluna við sigri á Kanada.
Grønland skal í einari væntandi hálvfinalu møta vinnaranum av oddadystinum í bólki A millum Argentina og Chile, har Argentina er favorittur. Tann hálvfinalan verður spæld klokkan 17 føroyska tíð.
HERber til at stroyma dystin hjá Grønlandi ímóti Kanada. Dysturin byrjar klokkan 23 føroyska tíð. Tíðarmunurin millum Vestur-Grønland og Føroyar er tríggjar tímar.