Grønlendskt vatn til Dubai

Tað er líkt til, at vatn kann gerast ein útflutningsvøra hjá grønlendingum. Í hvussu er hevur ein fyritøka har selt 30.000 fløskur av vatni til Dubai. Vatnið stavar frá ísfjøllum, tað er fylt á fløskur við hond, uttaná er skrivað við hondskrivt, hvat er í fløskuni, og proppurin er av glasi. Slíkt kostar, og tí hava tey í Dubai rindað umleið 300 krónur fyri hvørja fløsku, sigur grønlendska kringvarpið.

-Vit hava lagt dent á góðsku. Alt er gjørt við hond, sigur Julien Caquineau við kringvarpið. Hann er fransmaður, men hevur búð í Grønlandi seinastu trý árini, og í gjár fekk hann tilsøgn frá grønlendsku myndugleikunum til verkætlanina við vatninum.

For Per Rosing-Petersen, sum er stjóri í grønlendska vinnuframafelagnum Destination Avannaa, sigur við KNR, at tað dýra vatnið er ein góður møguleiki hjá Grønlandi at gera vart við seg uttanlands.