Ferðamannaskipið Aleqa Ittuk rendi seinnapartin í dag á ein flúr - 100 metrar úr landi - við bygdina Kitsissuarsuit í Disko-víkini, skrivar KNR. Umborð á Aleqa Ittuk vóru 20 ferðafólk, skipið kom frá Qeqertarsuaq og skuldi til Aasiaat, tó óhappið hendi. Stjórin í Disko Line, Ole Dorph, sigur - at teir hava fult tamarhald á støðuni.
- Skipið lekur ikki, nógvir bátar frá Kitsissuarsuit eru komnir til hjálpar, teir flyta ferðafólkini til lands í Kitsissuarsuit. Vit bíðja so eftir, at tað fløðir aftur, tá rokna vit við, at skipið loysnar, sigur stjórin í Disko Line.
Í løtuni er sera høg fjøra við Kitsissuarsuit, men um ein tíma byrjar at fløða aftur.
Stjórin í Disko Line roknar við, at teir sigla ferðafólkini til Aasiaat í kvøld ella í nátt, har skipið so verður kannað.