Í Grønlandi mælir flokkurin Inuit Ataqatigiit til at skipa eina sokallaða loftbrúgv, sum skal flyta sjúklingar úr Grønlandi til viðgerðar í Íslandi Endamálið er at fáa bilbukt við teir longu bíðilistarnar í grønlendska sjúkrahúsverkinum.
IA vísir á, at í løtuni bíða meiri enn 250 sjúklingar eftir knæ- ella lendaskurðviðgerð, og at fleiri teirra eru óarbeiðsfør í bíðitíðini. Hetta hevur grønlendski arbeiðsmarknaðurin ikki ráð til, sigur IA.
Olga P. Berthelsen, sum er umboðar IA í Landstinginum, sigur við KNR, at teir grønlendsku sjúklingarnir kunnu fáa viðgerð í tí almenna sjúkrahúsverkinum ella á privatum sjúkrahúsum í Íslandi.