Grønlendski útflutningurin vaks

Nýggj tøl hjá grønlendsku hagstovuni vísa, at grønlendski útflutningurin vaks 16 prosent í virði í 2011. Tilsamans útfluttu grønlendingar egna framleiðslu fyri 2,5 milliardir krónur, og tað var 346 milliónir krónur meiri enn í 2010.

Eins og onnur eru tað rækjurnar, sum geva tann mesta vøksturin. Í fjør vaks virðið á rækjuútflutninginum 258 milliónir krónur, og sambært KNR vaks útflutningsvirðið á toski og svartkalva eisini.

Grønlendski innflutningurin vaks eisini í fjør, men vøksturin var bara 1,4 prosent, soleiðis at innflutningsvirðið var 65 milliónir krónur størri enn í 2010. Hagstovan í Nuuk sigur, at tað var serliga tann høgi oljuprísurin, sum ávirkaði innflutningsvirðið. Grønlendingar keyptu í fjør olju fyri 211 milliónir krónur meiri enn í 2010 ella 21,7 prosent meiri.