Demokraterne gjørdist stóri sigursharrin á grønlendska valinum í gjár, tá flokkurin vaks við 7,7 prosentstigum frá seinasta vali. Við 19,5 prosentum av atkvøðunum og seks tinglimum er flokkurin nú triðstørsti flokkurin í Inatsisartut. Bara IA og Siumut hava størri umboðan við ávikavist átta og níggju tinglimum.
Í samrøðu við grønlendska miðilin Sermitsiaq fegnast forkvinnan Randi Vestergaard Evaldsen yvir úrslitið. Við miðilin sigur hon, at veljararnir hava atkvøtt fyri flokkinum, tí hann hevur ein kláran politikk á fleiri økjum, harímillum fiskivinnuna, ið tey ynskja at skipa eftir føroyskum leisti.
- Vit stuðla eini føroyskari skipan, har tað er eitt klárt og týðiligt býti av kvotum. Vit meinar ikki, at tað er Naalakkersuisut, ið skal býta kvoturnar, men at tað skal gerast við eini skipan av uppboðssølu, og at tað er marknaðurin, ið avger býti av kvotum, soleiðis at vit fáa ein fiskivinnu, ið er til gagns fyri samfelagið, sigur Randi Vestergaard Evaldsen við Sermitsiaq.
Enn er ikki greitt hvørjir flokkar fara at mynda nýggju stjórnina. Kim Kielsen, formaður í Siumut og landsstýrisformaður, sigur við KNR í morgun, at hann fer at bjóða øllum flokkum til samráðingar.