Grønlendski fiskimálaráðharrin kemur á vitjan

Hósdagin kemur grønlendski fiskimálaráðharrin, Simon Olsen, til Føroya á vitjan. Hann fer avstað aftur sunnudagin

Vitjan

Hósdagin, 4. september, kemur grønlendski fiskimálaráðharrin, Simon Olsen, á vitjan í Føroyum. Tað verður okkara fiskimálaráðharri, Jacob Vestergaard, sum tekur ímóti.
Stutt eftir komuna, verður politiskt prát á Skipaeftirlitinum í Miðvági, og longu tíðliga seinnapartin hósdagin verður vitjað á Kollafjørð Pelagic.
Hósdagin verður eisini vitjað á Rækjuvirkinum á Oyri, har Simon sleppur at smakka føroysku rækjurnar.
Fríggjadagin verður vitjað á Tavuni í Leirvík, har tey skjótt fara at gevast við gulllaksinum í ár.
Í Leirvík verður eisini vitjað á Bátasavninum, og síðan verður farið í Norðoyggjar, har Føroya Reiðarafelag verður vertur við ábit á Viðareiði.
Seinnapartin fríggjadagin verður vitjað á Kósini í Klaksvík, og síðan verður farið aftur til Havnar.
Grønlendski fiskimálaráðharrin fær ein døgurðabita á Hotel Hafnia fríggjakvøldið, har Jacob Vestergaard verður vertur.
Leygardagin kl. 10 verður checkað út á Hotel Føroyum.
Fyrrapartin leygardagin verður farið til Suðuroyar við Brimli, og á ferðini suður verður politiskt prát millum Simon og Jacob.
Umborð á Brimli verður sjálvsagt eisini ábit.
Seinnapartin leygardagin vitjar Simon Hotel Øravík og síðan verður farið runt í oynni við honum.
Farið verður av aftur Tvøroyri við Brimli sunnudagin kl. 12 og vestur á Miðvág.
Simon Olsen fer úr Føroyum aftur sunnudagin kl. 17.30 við flogfarinum hjá Atlantsflog.