Grønlendskar ommur flyta av landinum

Seinastu árini er talið av eldri grønlendskum fráflytarum nógv vaksið

Tá ið yngri grønlendingar flyta til Danmarkar at lesa, draga teir í størri mun eldra ættarliðið við sær.

Tað vísir ein kanning, sum Nordregio, ið er granskingarstovnur undir Norðurlandaráðnum, hevur gjørt. Jyllands-Posturin umrøður hesa kanningina. Í 1993 vóru 349 grønlendskir menn og 450 grønlendskar kvinnur yvir 40 ár búsitandi í Danmark. Í 2015 var hetta talið vaksið upp í 695 menn og 849 kvinnur. Serliga hevur stórur vøkstur verið í talinum á eldri grønlendskum kvinnum, sum eru fluttar til Danmarkar. Sambært granskaranum er ein týðandi orsøk, at børn og ommubørn búgva í Danmark, og longsulin eftir teimum fær eldri grønlendingar at flyta aftaná teimum til Danmarkar at búgva. - Eg kundi ikki liva við tankanum um, at eg bert kundi síggja míni ommubørn umvegis Facetime, sigur 62 ára gamla Inge-Lise Dahl, ið flutti úr Sisimiut til Svendborg fyri góðum trimum árum síðani, við Jyllands-Posten.