Grønlendska undirgrundarmálið

Meðan Føroyar hava yvirtikið málsøkið ráevni í undirgrundini, so hevur Grønland bert havt eina ráevnisavtalu, har Danmark framvegis hevur havt yvirvaldið á hesum málsøki. Føroyska avtalan er ein virðilig og sømilig loysn á einum gomlum trætumáli millum tvær av tjóðunum í ríksfelagsskapinum. Hetta eru flestøll samd um, hóast atfinningar hava verið frá ávísari føroyskari síðu og spurnartekin hevur verið sett við skipanina. Men føroyska skipanin hevur staðið sína roynd í verki í og við, at tað er Føroya løgting, ið samtykkir kolvetnislóggávu og Oljumálaráðið, ið játtar øll neyðug loyvi í sambandi við oljuvirksemi á føroyskum øki.

Hinvegin er avtalan millum grønlendska heimastýrið og donsku stjórnina ikki ein sømilig loysn ? hvørki fyri Grønland ella fyri Danmark. Hon hevur ikki ta javnvág, ið ein avtala millum tveir javnsettar partar eigur at hava. Avtalan hevur dám av postkolonialismu og lítil ivi er um, at misnøgdin við avtaluna er stór í Grønlandi. Grønland hevur ómetalig ríkidømi í undirgrundini. Har eru ymisk sera virðismikil metal, har eru gimsteinar og ivaleyst er olja í havbotninum á ávísum støðum. Annað er so tað, at tað í løtuni er sera kostnaðarmikið at útvinna hesi ríkidømi. Men ivaleyst kemur tann dagur, tá tað fer at loysa seg at vinna út ymisk ráevni í undirgrundini.

Tað er tí í tøkum tíma, at málið um grønlendsku undirgrundina verður reist av nýggjum. Tað eru teir báðir grønlendsku fólkatingsmenninir Kupik Kleist og Lars Emil Johansen, ið hava tikið málið upp á fólkatingi. Tað tænir teimum til heiðurs. Ein kann undrast yvir, at hetta mál ikki verður reist av grønlendska landsstýrinum, men tað kann hava sínar grundir. Tað er at vóna, at Grønland og Danmark skjótt koma ásamt um eina avtalu. Tað er óhugsandi, at Danmark, soleiðis sum heimurin er vorðin í dag, fer at sýta grønlendingum at yvirtaka málsøkið um ráevni í undirgrundini. Ein yvirtøka sum t.d. tann føroyska í sama máli fer ivaleyst at gagna grønlendska búskapinum og fer at beina burtur ein spurning, ið leingi hevur verið til ampa fyri báðar tjóðir. Hvønn myndil londini fara at nýta fyri eini komandi avtalu, vita vit sjálvsagt einki um í løtuni, men vit vita at grønlendskir politikkarar hava sýnt føroysku unddirgrundaravtaluni stóran áhuga. Tað er tí ikki óhugsandi, at avtalan fer at líkjast avtaluni millum Føroyar og Danmark, sum Atli Dam og Poul Schluter undirritaðu á sinni.