Níggju fólk eru í tí nýskipaða grønlendska landsstýrinum. Av teimum eru fýra kvinnur Tann stóri sigursharrin á valinum, IA, eigur seks av teimum nýggju landsstýrisfólkunum.
Kuupik Kleist er landsstýrisformaður og umsitur uttanríkismál, Ane Hansen umsitur fiskivinnu og landbúnað, Ove Karl Berthelsen skal umsita vinnu og ráevni, Mimi Karlsen umsitur skúla og mentan, Agathe Fontain skal umsita heilsumál, og Maliina Abelsen umsitur familjumál. Hesi eru øll úr IA.
Palle Chtistensen úr Demokratunum skal umsita fíggjarmál, Jens B. Frederiksen úr Demokratunum umsitur samferðsku og bústaðarmál, og Anthon Frederiksen úr flokkinum Kattusseqatigiit Partiiat fær innanríkismál at umsita.